Noreg, sum er verandi evropa- og heimsmeistari í kvinnuhondbólti, limaði seg hóskvøldið inn í OL-finaluna. Tað gjørdu tær umvegis ein tryggan 31-25-sigur á Suðurkorea. Suðurkorea var annars væl við í dystinum, men ímóti dystarenda vístu tær norsku kvinnurnar styrki og tryggjaðu sær pláss í OL-finaluni, sum tær vunnu fyri fýra árum síðani í Beijing.
Heidi Løke gjørdist toppskjútti við níggju málum, meðan málverjin, Katrine Lunde Haraldsen, stóð ein frálíkan dyst og tók ikki færri enn 53% av skotunum.
í finaluni bíðar Montenegro, sum vann sína hálvfinalu 27-26 ímóti Spania. Finalan verður spæld leygarkvøldið kl.20.30.