Tríggjar norskar ítróttarhetjur hava valt at leggja skíðirnar á hillina hvat kappingum á ovasta stigið viðvíkur. Tilsamans hava tey trý vunnið 70 gullheiðursmerki í OL og HM.
Talan er um skíðskjúttarnar báðar Ole Einar Bjørndalen og Emil Hegle Svendsen og langrennsdrotningina Marit Bjørgen.
44 ára gamli Ole Einar Bjørndalen hevur vunnið tað, sum vinnast kann. Hann hevur vunnið 58 heiðursmerki í OL og HM og hevur vunnið samanlagdu heimsmeistarakappinga seks ferðir.
Hann hevur 94 sigrar í skíðskjóting og ein í langrenn. Í 13 ár á rað endaði hann í topp trý í heimsmeistarakappingini.
Hann hevur vunnið átta OL-gull, fýra OL-silvur og eitt OL-bronsu. Hann hevur vunnið 20 HM-gull, 14 HM-silvur og 11 HM-bronsu.
Í síðstu viku boðaði hann frá, at hann nú gevst sum íðkari. Hann slapp ikki við norska landsliðnum til OL í Suðurkorea í februar og sigur, at hann ikki hevur neyðugu svongdina til at halda á longur.
Tann, sum skuldi lyfta arvin eftir hann, 32 ára gamli Emil Hegle Svendsen boðaði í dag frá, at hann eisini gevst.
Hann hevur 26 OL- og HM-heiðursmerki til samans og hevur vunnið samlaðu heimsmeistarakappingina eina ferð.
Hann hevur vunnið 12 HM-gull og seks HM-silvur, og fýra OL-gull, trý OL-silvur og eitt OL-bronsu.
Í síðsti viku boðaði tíðarinnar mest sigrandi skíðrennari og mest-sigrandi olympiari, Marit Bjørgen, eisini frá, at hon nú gavst. Hon er 38 ára gomul.
Við 114 sigrum sum einstaklingur er hon mest vinnandi skíðrennari nakrantíð. Afturat teimum hevur hon vunnið 29 stafettir. Hon hevur vunnið heimsmeistarakappingina fýra ferðir.
Eingin hevur vunnið fleiri OL-heiðursmerki enn Marit Bjørgen. Metið tók hon í februar frá Ole Einar Bjørndalen. Hon hevur vunnið 15 OL-heiðursmerki, átta gull, fýra silvur og trý bronsu.
Har var tó langur vegur upp, um hon skuldi kappast við Ole Einar Bjørndalen um HM-heiðursmerki. Hon hevur kortini vunnið heili 26 slík, 18 gull, fimm silvur og trý bronsu.