Tær norsku floghavnirnar, sum hava verið raktar av verkfalli síðani seinasta fríggjadag, eru nú opnar aftur Verkfallið endaði í morgun, tá starvsfólkini í floghavnunum skrivaðu undir nýggjan sáttmála við felagið Avinor, sum rekur fleiri av teimum norsku floghavnunum.
Verkfallið umfataði upprunaliga sjey floghavnir og seinni 13, og nógvar flogferðir eru avlýstar hesar dagarnar, skrivar NTB.
SAS roknar við, at verkfallið hevur kostað felagnum 12 milliónir krónur um dagin.