Norskt veitingarskip holvdist vestan fyri Hetland

Tíggju av manningini eru bjargaðir, men leitað verður eftir hinum fimm. Øll manningin er norsk. Skip og tyrlur úr Bretlandi og Noregi eru farin at leita eftir fýra monnum, sum ikki eru komnir afturíaftur, eftir at norska veitingarskipið ?Bourbon Dolphin? holvdist vestan fyri Hetland í kvøld.

Sambært norska útvarpinum vóru 15 mans við skipinum og 10 teirra eru bjargaðir. Sagt verður, at øll manningin var norsk.

Bretska bjargingartænastan sigur, at teir fýra kunnu liva leingi í sjónum, um teir vóru í lívbúna, tá vanlukkan hendi.

?Bourbon Dolphin? var 75 fjórðingar vestan fyri Hetland, tá skipið holvdist.