Norskt skip rænt

Somaliskir sjórænarar hava rænt farmaskipið MV Samho Jewelry í Adenvíkini í landssynning úr havnarbýnum Muscat i Oman. Tað sigur ein talsmaður fyri ES-herskipini, summ hava støð í umráðnum.

MV Samho Jewelry siglir undir maltesiskum flaggi, men tað er eitt norkst felag, sum eigur tað. 21 mans eru við skipinum, teirra millum menn úr Myanmar, Filipsoyggjunum og Suðurkorea.

Norska skipið varð rænt nærhendis staðnum, har somaliskir sjórænarar tóku manningina á danska farmaskipinum Laopard, men lótu skipið liggja. Tað er ikki greitt, um sjórænararnir hava kravt loysigjald fyri teir seks menninar, sum vóru við Leopard.

ES-herskipadeildin sigur, at somaliskir sjórænarar hava í løtuni 29 skip og 693 sjómenn gíslar.