Norskt skip fyrst at leita

Eitt norskt farmaskip verður tað fyrsta á staðnum, har tveir lutir eru sæddir í havinum vestan fyri Avstralia.

Norska farmaskipið Höegh St. Petersburg verður fyrsta skipið, sum kemur á leiðina, har avstralskir fylgisveinar hava sæð lutir, sum kunnu vera av tí horvna malaysiska flogfarinum.

 

Norska reiðarafelagið sigur, at Höegh St. Petersburg er á veg úr Suðurafrika til Avstralia við bilum, men at skipið eftir áheitan frá avstralsku myndugleikunum hevur fingið boð um at broyta kós ímóti staðnum, har teir báðir lutirnir eru sæddir.

 

Tað tekur norska skipinum fýra tímar at sigla ígjøgnum leitiøkið, sum er góðar 1.200 fjórðingar í útsynning úr avstralska býnum Perth.

Myndugleikarnir í Avstralia siga, at annar luturin, sum fylgisveinarnir hava sæð, er 24 metrar langur, og sambært teimum kønu er vongurin á einum Boeing 777-flogfari 25 metrar langur.