Kjersti Tysse Platzer syrgdi fyri sættu norsku OL-medaljuni, tá hon sum næsta kvinnan gekk um málið í 20 km kappgongd. Hetta gjørdi hon í tíðini, 1.27,07, og er hetta nýtt norskt met. Russiska Olga Kaniskina vann gull, meðan italska Elisa Rigaudo vann silvur. Silvurið lyftur Noreg upp á eitt pláss sum nummar 30 á listanum yvir mest vinnandi tjóðirnar í aktuellu OL-útgávuni. Har er Danmark enn besta norðurlandi.









