Norskt og spanskt í Tour de France

Dagsins teinur í Tour de France kann hava tvær yvirskriftir. Onnur er, at tað bleiv ein stórur dagur hjá norðmonnum, og so vísti spaniumaðurin Alberto Contador endiliga tenn, og tað gav úrslit.

 

Vinnari í dag bleiv norðmaðurin Thor Hushovd, men líka til málstrikuna fekk hann harða kapping frá landsmanninum Edvald Boason Hagen. Sostatt endaðu teir báðir norðmenninir í ársins Tour de France sum nummar eitt og tvey í dag.

 

Hin stóri spurningurin var enn einaferð, um Alberto Contador fór at gera nakað við Schleck-brøðurnar. Tað gjørdi hann við tí úrsliti, at hann tók meiri enn ein minutt frá Andy Schleck og smá 20 sekund frá Frank Schleck.

 

Nú verður bíðað við spenningi eftir teimum næstu døgunum í Tour de France.