Norskt manskór á Føroyavitjan

Mannssambandet, manskórið hjá Frelsunarherinum í Noreg, vitjar í Føroyum í døgunum 25.-29. juli 2001.

 

Hendan »dupult-kvartettin ? við orkestri« ? var stovnað í sambandi við Sjónvarps-innsamlingina í 1995, og hevur síðan nátt at gera vart við seg á mangar ymsar háttir. Í rekkjuni av artistum, sum hava samarbeitt við kórið, teljast m.a. Leningrad Cowboys, Wenche Myhre, Hanne Krogh, Stephen Ackles og Hans Inge Fagervik. Kórið hevur verið á konsertferð í Australia, Bali, Singapore, Íslandi, Ongland og so úr enda í annan í Noreg. Teir hava eisini luttikið í mongum tiltøkum, líka frá altjóða jazz-festivalinum í Molde til djóraframsýning í Seljord! Í februar mánaði var tað Svalbard, sum fekk høvi at hoyra teirr tónleikaframførslu. Fleiri sjónvarpsluttøkur hava eisini verið á skránni hesi árini.

Fyri einum ári síðan góvu teir út sína fjóru fløgu »..slítist ei av tíðartonn«, og blaðið »Vårt Land« skrivaði m.a. »?Tónleikaúrvalið er fjølbroytt, frá andaligum vísum og gospelsangi til sálmar. Ein partur er merktur av poppi, annað er meira traditionelt. Men teir 14 sangirnir eru ein samantvinnað heild og innspælingin er framúr góð. Serliga er tað sangurin, sum er einastandandi við sínum samansjóðaðu og kláru mansrøddunum. Hetta er ein pláta við bæði tónleikaligari og andaligari tyngd?«

Ein konsert ummælari í »Ringerike Blad« skrivað m.a. »?Við eini skrá, sum spennir yvir alt frá gospel við synkopum, reggae-rytmum, Stevie Wonder íblástri á la »Isn?t she lovely« til meira róligum balladum, hugtók Mannsambandet áhoyrararnar við eini sterkari hond, framúrskarandi framførslu, ótrúligum dynamikki og einum klárum boðskapi. Tað hoyrdist á áhoyrarunum at teir fegnir vildu hoyra meira. Hetta ynski var eisini okkarar og vit heita á fólk, um at fara at lurta eftir manskórinum, líkamikið hvørja fatan man annars skuldi havt av kristindómi og trúarrørslum. Eitt møti við Mannssambandet gloymir man ikki so lætt?«

Í Ólavsøkuvikuni syngja og spælir hesin bólkurin ymsa staðni í Føroyum. Ein av solistunum, Eyðfinn Joensen, er júst fluttur aftur til Tórshavn eftir at hava búð nógv ár í Noregi. Kórleiðari er Thor Fjellvang frá Asker. Hann hevur m.a. arbeitt sum tónleikaleiðari fyri Árligu Sjónvarps-innsamlingina í Noregi, har Frelsunarherinum fekk inntøkuna í 1995. Hann hevur eisini verið kapell-meistari fyri árligu jólakonsertina í konserthúsinum í Olso, sum tey seinnu árini er send í føroyskum sjónvarpi.

Kunningarstjórin hjá Frelsunarherinum í Noreg, Major Njál Djurhuus, er ferðaleiðari á føroyatúrinum.