Øll manningin er bjargað frá línuskipinum Sjøliner, sum fekk slagsíðu og koppaði á Barentshavinum seinnapartin Norska sjóverjan fekk seinnapartin neyðarkall frá línuskipinum Sjøliner, sum var í havsneyð á Barentshavinum. Skipið hevði tikið nógvan sjógv inn, og hevði fingið slagsíðu. Tvey onnur fiskiskip vóru á leiðini, og vóru við í bjargingararbeiðinum. Manningin taldi 13 mans. Ein teirra bleiv fiskaður upp úr sjónum av bjargingartyrlu.
Enn veit eingin um orsøkina til hendingina. Útgerðarfelagið sigur við VG, at skipið var 20 ára gamalt og í besta standi.
Sambært 123.fo er ein føroyingur umborð á skipinum Nordkapp, sum er á leiðini, og eisini tók lut í bjargingararbeiðinum.