Norskt krút til AB

AB skrivar á heimasíðuni, at avtalan við norska áleyparin hevur verið ávegis stóran part av kappingarárinum, men ikki fyrr enn nú hevur eydnast at fáa øll viðurskifti upp á pláss.

 

Stig-Roar, sum er 27 ára gamal, kemur úr Korsvoll, sum spælir í næst bestu norsku deildini, og har hann hevur skotið nógv mál. Men hann hevur áður roynt seg hjá eitt nú Molde, sum spælir í fremstu norsku deildini.

 

Í fyrstu atløgu er sáttmálin millum partarnar galdandi fyri restina av hesum kappingarárinum.