Norskt gull í spjótkasti

Andreas Thorkildsen var alla tíðina á odda, tá finalan í spjótkasti var á skránni sunnudagin. Við 90,57 metrum setti norski spjótkastarin nýtt olympiskt met. Samstundis endurvann hann gullið, sum hann fyri fyrstu ferð vann í Athen fyri fýra árum síðani. Gamla metið varð sett í 2000, og var tað pólverski Jan Zelyzni, sum átti hetta. Selyzni eigur tó framvegis heimsmetið. Hetta varð sett í 1996, tá hann kastaði spjótið imponerandi 98,48 metrar. Nummar tvey gjørdist litaviski Ainars Kovals, og finski Tero Pitkämäki vann bronsu.