Norskt flogfelag í Føroyaflúgving í ár

Eitt norskt flogfelag fer at flúgva millum Noreg og Føroya og Danmark og Føroyar seinni í ár.

 

Tað siga vælvitandi keldur fyri in.fo. Hvat felag, talan er um, er ikki avdúkað enn. Men talan er um felag, sum fer at seta á stovn eina nýggja rutu millum Føroyar og Noreg. Men felagið fer eisini at flúgva millum Danmark og Føroyar og fer harvið í kapping við Atlantsflog.

 

Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, vil ikki vátta tíðindini, men hann váttar so mikið, sum at seriøsur áhuga er hjá onkrum av teimum mongu flogfeløgunum, sum hava verið í Føroyum og spurt seg fyri.

 

Keldurnar hjá in.fo vísa á, at Føroyar eru eitt áhugvert øki hjá fleiri fleiri flogfeløgum, tí her er talan um eitt land við 50.000 fólkum - og um 225.000 flogferðir um árið. Føroyingar eru eitt fólk, sum enn vil gjalda nógv fyri ein flogferðaseðil. Ein miðal flogferðaseðil kostar nakað oman fyri 3.000 krónur. Fyri tað kanst tú flúgva millum eitt nú Danmark og Gran Canaria.

 

– Tað er tí, at hetta er ein áhugaverdur marknaður. Tað er ein tími at flúgva úr Føroyum til Noregs, til Íslands og til Skotlands.

 

Jákup Sverri Kass váttar sum nevnt, at »seriøsur áhugi er hjá flogfeløgum at flúgva til Føroya«. Spurdur um útlendsku feløgini ikki óttast eitt nú mjørkan, sum legði flogferðsluna lamna so leingi í juli sigur hann, tann støðan var heilt serligt.

 

– Vit hava kannað hagtølini, og tey vísa, at ikki síðani 1986 hava vit havt so ringt mjørkaveður í Vágum, so vit kunnu rokna við, at tað ganga nógv ár ímillum, at mjørkin órógvar so illa, sigur Jákup Sverri Kass.

 

Hann vísir á, at regulariteturin er nógv bøttur, síðani flogvøllurin varð longdur, og at frá 1. januar til 1. juli í ár hevði Atlantsflog onga avlýsing vegna veður.