Norskt felag selja trollemmarnar úr Vági

Norska SM-Gruppen skal umboða føroysku Injector Door trollemmarnar á norska og á russiska marknaðinum - og seinni eisini í New Zealandi. Arbneitt verður eisini við eini licensavtalu um framleiðslu

Í seinasta innanhýsis blaðnum hjá norsku SM-Gruppen stóð, at eitt felag í bólkinum, ið kallast SM Triplex, er við at gera avtalu við Injector Door um umboðan av trollemmum teirra. Blaðið vísir á góðu úrslitini frá royndum við trollemmunum, bæði á Det Danske Institut for Fiskeriteknologi og á trolroyndir hjá føroyskum, donskum og norskum skipum.

SM Gruppen væntar sær nógv av russiska marknaðinum, og í løtuni verður arbeitt uppá at koma inn á marknaðin á amerikansku vesturstrondini og Alaska. Síðani stendur New Zealand fyri tørni.

Umframt avtaluna um umboðan av trollemmunum úr Vági arbeiða SM Gruppen og Injector Door eisini við ætlanum um licensframleiðslu av lemmunum til suður- og miðamerikanska marknaðin.

Norska SM-Gruppen hevur fyri stuttum keypt virkið Datronik, ið føroyingurin Arnbjørn Durhuus eigur. Felagið Datronik, ið m. a. er kent fyri undirvatnsmyndatól til aliringar, virkaði fyrr í Føroyum, men flutti til noregs undir kreppuni.