Norskt felag keypir føroyskan landsliðsleikara

Føroyskur landsliðsleikari verður seinni í dag væntandi seldur til Noregs

Í kvøld letur flytingargluggin í norskum fótbólti aftur.

 

Og nógv røkist fyri, at ein føroyskur landsliðsleikari rýkur til eitt norskt felag seinni í dag.

 

Miðlahúsið veit álítandi at Brann í løtuni samráðist við danska felagið, AaB, um at keypa føroyska landsliðsleikaran, Gilla Rólantsson Sørensen leysan.

 

Sum skilst er er talan um stóra upphædd, sum norska felagið er sinnað at gjalda fyri Gilla Rólantsson Sørensen, sum er ætlað sum eitt keyp sum rýkur beint inn í startuppstillingina hjá Brann.

 

Brann liggur í løtuni á triðja plássi í bestu norsku deildini, Tippeligaini, har teir hava stutt upp til annað plássið.

 

Tað er føroyski umboðsmaðurin Annfinn Gaard, sum hevur hjálpt Gilla Rólantsson Sørensen at fingið handilin í lag.