Hetta er ikki fyrstu ferð, at norsku ísfiskatrolararnir, sum landaðu í Saltangará í morgun, hava lagt veiðina upp í Føroyum. Í dag landa tveir norskir ísfiskatrolarar í Saltangará. Teir hava umleið 300.000 pund av upsa tilsamans. Skipini hava roynt í norskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Jergul, sum er annar báturin, hevur umleið 140.000 pund og Røstnevåg, sum er hin, hevur umleið 170.000 pund.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará siga tey, at upsin hjá norsku skipunum er góður.
- Fiskurin er góður í stødd, og skipini fingu fiskin eftir umleið fýra døgum, siga tey.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at norsku trolararnir landa í Saltangará.
Jergul og Røstnevåg vóru eisini her fyri góðari viku síðan, men tá høvdu teir bara eini 100.000 pund tilsamans, verður sagt á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará.










