Norskir útróðrarmenn tjena nógv á krabbaveiði

Stívliga hálvt triðhundrað bátar við fleiri enn 300 útróðrarmonnum umborð eru á krabbaveiði í Noregi í vertíðini

Ráðstevna

Astrid K. Woll tosaði á ráðstevnuni um skeljar og skeljadýr um taskukrabban í norskum sjógvi.
Hon segði, at hetta er ein vinna, sum er í stórari menning. Tað hevur gingið upp og niður við norskari krabbavinnu, men seinastu árini hevur henda vinna rættiliga ment seg.

Tjena væl

Í fjør veiddu norskir útróðrarmenn 4.300 tons av taskukrabba. Virðið av hesum var einar 35 milj. norskar krónur. 268 bátar við 310 útróðrarmonnum umborð vóru í hesi vinnu í sesongini, og eini 75% av veiðini fór fram norðanfyri 63 stig.
Bátarnir, sum royna við rúsum, eru millum 10 og 15 metrar langir, og 1-3 mans eru á hvørjum báti. Rúsutalið liggur millum 100 og 600. Flestu bátarnir, sum fiska krabba í vertíðini, ið vanliga er styttri sunnanfyri enn norðanfyri, royna annars við gørnum.
Vertíðin er í september og oktober, og útróðrarmenninir fáa einar 8 krónur fyri kilo av óvirkaðum krabba. Veiðan er so mikið góð, at útróðrarmenninir hava eina rættiliga góða inntøku, meðan teir fiska krabba.
Astrid segði, at nógv verður gjørt til tess, at arbeiðsumstøðurnar umborð á bátunum skulu vera so góðar sum gjørligt. Umborð á best riggaðu bátunum verða rúsurnar ? eftir, at tær eru tiknar inn - fluttar eftir stálbondum, til tær verða koyrdar aftur í havið.
Á myndum, vit sóu í Norðurlandahúsinum, er ikki líkt til, at krabbaveiðan hjá norskum útróðrarmonnum er so strævin, sum mangur kundi hugsað sær.

Lyfta í felag

Tað er tískil ikki bara í Svøríki, sum vit hoyrdu Anette Ungfors greiða frá, at góðar kreftir lyfta í felag og viðvirka til at byggja upp eina krabbavinnu. Soleiðis er eisini í Noregi.
Skipaðar royndir verða gjørdar við ymiskum sløgum av rúsum, samstundis sum ymiskar leiðir verða royndar.
- Kunnu krabbaleiðirnar økjast ? og/ella kann meira veiðast á áður royndum leiðum, eru spurningar, sum arbeitt verður við.
Astrid K. Woll vísti á, at í Noregi er eitt nútímans virki, Hitramat og Delikatesse AS, sum eitt nú virkar krabban, ið útróðrarmenninir fiska.
- Í mun til sviar, sum hugsa meira um "livandi" marknaðir, gera vit í Noregi meira við at virka krabban til lidnar vørur, segði hon.