Trappen verður dúliga brúkt í góðveðrinum um dagarnar. Nógv fólk rinda sær møðina og njóta sólina, sum hon bakar oman og niðan, men í dag eru heldur øðrvísi gestir á trappuni.
Eingin ivi var um, at talan var um norðmenn, tá fyrst norskir fosturlandssangir og síðani norski tjóðsangurin, rungaðu frá trappuni.
Eitt hornorkestur, Godøy Brass, og ikki færri enn trý kór hava undirhildið á trappuni í dag. Talan er um fólk úr Giske kommunu í Noregi, sum í hesum døgum vitja í Føroyum.
Vitjanin kom í lag við tað, at Betesdakórið er farið á konsertferð í Noregi. Atlantsflog fleyg tey yvir og við sær aftur til Føroya komu tey trý kórini og hornorkestrið, tilsamans 144 fólk.
- Vit eru fullkomiliga bergtikin av vakra landinum og blíða fólkinum, sigur Arne Tunheim, sum er kórleiðari hjá Giske Mannskor, eitt av kórunum, sum er við á túrinum.
- Í gjárkvøldið høvdu vit eina væleydnaða konsert í Christianskirkjuni og nú njóta vit frítíðina nakrar dagar, áðrenn leiðin gongur aftur til Noregs, sigur Arne Tunheim.
Ferðin er eftir øllum at døma komin í lag í síðstu løtu, og tá er ikki bara sum at siga tað at fáa gistingarpláss til 144 fólk í Havnini.
- Tað eydnaðist tíbetur at fáa øllum innivist, so nøkur búgva á Hotel Føroyum, nøkur á Hotel Hafnia og nøkur á Sjómansheiminum, sigur kórleiðarin.
Giske kommune liggur á vesturstrondini, á tí leiðini, har nýnorskt valdar sum skrivtmál. Arne Tunheim er norsktlærari og er hugtikin av at síggja, hvussu lík málini eru.
- Eitt er at hava kunnleika til tað frá fakbókum, men nú at ganga her og síggja, at ein skilir tey flestu skiltini og annað, er hugtakandi. Eg havi eisini tikið fleiri myndir, sum eg skal vísa næmingunum, tá eg komi aftur til Noregs, sum tey skulu sleppa at brýna seg á. Tað er ótrúligt, at tit hava megnað at varðveitt tykkara mál so reint, so fá sum tit eru, sigur hann.










