Frálandavinna ??
Oljufeløgini hava kravt, at frálandareiðarí og onnur feløg, sum veita oljuvinnuni tænastur, skulu lækka prísirnar. Eitt av feløgunum, sum hevur fingið kravið, og sum ætlar sær at taka tað í álvara, er norska frálandareiðaríið Siem Offshore.
-Vit eru farin undir eina tilgongd, sum hevur til endamáls at skerja útreiðslurnar, og sum eisini skal gera okkum kappingarfør á altjóða marknaðinum, sigur forstjórin í Siem Offshore, Terje Sørensen, við Aftenbladet.
Siem Offshore, sum hevur høvuðsskrivstovu í Kristiansand, er stórari menning og hevur stórar útbyggingarætlanir fyri framman. Nógvir av teimum, sum manna skipini hjá felagnum, eru av norðvesturlandinum í Noregi, men nú hevur felagið biðið manningarnar og teirra fakfeløg um samráðingar um, hvussu rakstrarútreiðslurnar kunnu skerjast. ??- Vit leggja stóran dent á at fáa eina reiðiliga tilgongd, sigur Terje Sørensen. ??Í fyrsta umfari snýr tað seg um at fáa teir norsku sjómenninar av teimum skipunum, sum sigla við longum sáttmálum aðrastaðni enn á norska økinum, og at fáa útlendingar umborð á tey skipini ístaðin fyri.
Dýr at skifta fólk
-Tað er neyðugt at finna ein alternativan hátt at manna skipini uppá og at broyta mannagongdina við, hvussu leingi menn skulu vera umborð, og hvussu leingi teir skulu vera í landi, sigur Terje Sørensen. Hann vísir á, at tað kostar reiðarínum nógvar pengar at senda menn í øll heimsins heraðshorn fjórðu ella fimmtu hvørja viku, tí menn skulu heim at halda frí. Hann dugir ikki at siga, hvussu mangir norskir sjómenn mugu í land, ella um menn verða uppsagdir.
?-Eina tíð fara vit at hava menn til avlops, men vit hava eina umfatandi ætlan um nýggj skip, so vit fara at hava tørv á fleiri manningum í komandi árum, sigur Terje Sørensen og leggur dent á, at norskir sjómenn verða framhaldandi ein týðandi partur av manningum felagsins.
-Spurdur, um frálandareiðaríini ikki áttu at havt norskar manningar, nú reiðaríini kortini vinna væl av pengum, svarar forstjórin í Siem Offshore, at hjá fleiri skipasløgum er inntøkan minkað millum 20 og 30 prosent eftir rættiliga stuttari tíð. Tá so er, hava reiðaríini ikki annað í at velja enn at laga útreiðslurnar eftir teimum minkandi inntøkunum, og her noyðast allir partar at bera sín part av byrðuni, sigur Terje Sørensen við Aftenbladet.