Norski ríkmaðurin, Øystein Stray Spetalen bjóðar seg til at fíggja helvtina av lønarupphæddini, um norska fótbóltssambandið, NFF setir núverandi meksikanska landsliðsvenjaran, Sven Göran Eriksson í starvið, sum norskam landsliðsvenjara. Spetalen setir tó sum treyt, at ein annar norskur ríkmaður, Tor Olav Trøim fíggjar hina helvtina av lønini hjá Eriksson.
Norska TV2 hevur spurt seg fyri hjá øðrum ríkmonnum, um teir høvdu vilja verið til reiðar at fíggja ein venjara, so sum Alex Ferguson, Guus Hiddink, Sven Göran Eriksson ella José Mourinho. Ein annar norskur ríkmaður, Petter Stordalen sigur hann als ikki er áhugaður.
Ríki vinmaðurin hjá Øystein Spetalen, Tor Olav Trøim vil tó heldur verða við til at fíggja Alex Ferguson, sum norskan landsliðsvenjara, um Spetalen fíggjar helvtina av tí verkætlanini. Trøim hevur sprænt nógvan pening inn í høvuðsstaðarfelagið, Vålerenga. Eingin ivi er um, at Sven Göran Eriksson situr leyst í starvinum, sum meksikanskur landsliðsvenjari. Hinvegin so verður tað ein dýr søga at keypa Alex Ferguson leysan av sáttmálanum, sum hann hevur við Manchester United.