Norskir hermenn lótu heiðursmerkir innaftur

Umleið 200 menn, sum hava gjørt tænastu í norska herinum fyrr, komu í dag saman uttan fyri Stórtingið í Oslo at mótmæla teirri viðferð, sum fyrrverandi hermenn fáa frá tí almenna.

Nógvir av hermonnunum høvdu fingið heiðursmerkir í hertænastuni, men umleið helmingurin valdu at lata heiðursmerkini innaftur, skriva norsk bløð.

Fyrrverandi hermenninir eru misnøgdir við, at politikararnir hava lítlan áhuga fyri hermonnum, sum koma heim úr krígsøkjum. Teir vísa í hesum viðfangi á, at tá ein norsk herdeild kom heim úr Afghanistan herfyri, var einki alment umboð og tók ímóti teimum.

Fyrrverandi hermenninir eru eisini sera misnøgdir við eina nýggja lóg um endurgjald til hermenn, sum verða særdir í krígsøkjum. Eftir lógini kunnu hermenn, sum fáa skaða í 2011 og komandi árum, fáa næstan tvær ferðir so stórt endurgjald sum hermenn, við verða særdir í ár.