Í kvøld byrjar tað, sum nokk kann bólkast sum endaspælið í Europa League. Átta lið eru eftir og tey eru øll staðsett í Týsklandi, har allir teir seinastu dystirnir verða spældir. Í kvøld og í morgin verða fjórðingsfinalurnar.
Ein av fjóðringsfinalunum er millum Manchester United og FCK. Bæði feløgini hava norskar venjarar. Venjari hjá Manchester United er Ole Gunnar Solskjær og venjari hjá FCK er Ståle Solbakken. Manchester United er stórfavorittur at vinna dystin, men seinast liðini møttust var í novembur 2006 í bólkaspælinum í Champions League. Tá vann FCK 1-0 við máli, sum Marcus Allbäck skoraði.
Hin dysturin í kvøld er millum Inter Milan og Bayer Leverkusen. Inter Milan hevur júst keypt Alexis Sanchez leysan frá Manchester United, eftir at hava verið útleigaður til Milano felagið. Gestirnir hava ein tann mest spennandi spælaran í evropesiskum fótbólti í løtuni. Talan er um Kai Havertz, sum væntandi er á veg til enska Chelsea. Avgjørt ein spælari, sum er verdur at halda eyga við í kvøld.
Í annaðkvøld spæla Shakhtar Donetsk-FC Basel og Wolverhampton-Sevilla.
Europa League fjórðingsfinalur:
Í dag:
Manchester United – FCK (20.00)
Inter Milan – Bayer Leverkusen (20.00)
Í morgin:
Shakhtar Donetsk – FC Basel (20.00)
Wolverhampton – Sevilla (20.00)