Norskir fiskimenn tjena væl

- Ætlar tú at tjena eina millión um árið, so skalt tú fara til skips.

Tað er tilmælið hjá norska blaðnum Aftenposten, sum vísir til eina kanning, sum blaðið Fiskaren hevu gjørt. Sambært hesari kanningini tjentu 12 prosent av teimum norsku fiskimonnunum og 15 prosent av reiðarunum meiri enn eina millión norskar krónur í fjør. Sama kanning vísir, at meiri enn ein triðingur av fiskimonnunum tjentu millum eina hálva og eina millión.

Tað eru kortini ikki allir, sum eiga fiskifør, ið tjena so nógv, tí tað eru eisini fleiri, sum forvinna minni enn 300.000 krónur um árið.

Í kanningini hjá Fiskaren sæst eisini, at fiskimenn í Suðurnoregi forvinna meiri enn starvsfelagarnir í Norðurnoregi. Ellivu prosent av teimum norðurnorsku fiskimonnunum forvinna meiri enn eina millión krónur um árið, men í Vestlandet og í Trøndelag eru tað 16 prosent, sum fingu meiri enn eina millión inn á lønarkontuna í fjør, skrivar Fiskaren.