Dagfinn Olsen
Mynd: Jens Kr. Vang
Summarið er komið og ferðafólkini eisini. Stevnurnar eru eisini á ferð kring landið, og eisini har vitja ferðafólkini. Jóansøkan á Tvøroyri í ár fær forvitnisliga vitjan úr Noreg.
Mikudagin kom hesin dansibólkurin úr Noreg við Norrønu. Hetta er dansibólkurin Salten, ið vitjar í Føroyum í hesum døgum og ferðast kring oyggjarnar. Millum annað gongur leiðin til Suðuroyar, har Salten fer at vísa dansikynstur fyri tvørafólki og jóansøkugestum. Salten fer m.a. at sína dansikynstur, eftir at jóansøkan er sett.