Norski svingbólkurin Sakarina til Føroya

Leygarkvøldið 31. januar fara vælkendu norsku Sakarina á pall í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn

 

Bólkurin Sakarina er millum kendastu dansibólkar í Noregi, og føroyskir stepparar kenna sjálvandi sangir sum Juvelen, Kvinnen i mit liv og Mellom himmel og hav, sum allir vera at hoyra í høllini á Hálsi saman við hinum svingarunum frá Sakarina.

 

Sakarina, ið hevður veriið í Føroyum eina ferð áður, varð stovnaður í 1982 og hevur øll hesi árini verið kendur fyri sína stóru spæligleði og evni at undirhalda. Teir hava nýliga givið út nýggja fløgu, og bara í ár hava teir verið heilar 13 ferðir á listanum hjá Dansbandstoppen.

 

Á føroyaferðini verður orkestrið mannað við sterkastu manning, ið er Arnfinn Johansen, sang, Magne Christensen, bass og sang, Rino Klaussen, trommur og sang, Jan Teigen, tangentar og sang og Jan Christensen, gittar og sang.

 

Saman við Sakarina fer eisini føroyski bólkurin Rok at spæla til dans hetta leygarkvøldið. Bólkurin, ið var stovnaður 2003, er mannaður Signari í Homrum, sang/gittar, John Johansen, sang/bass, Johan Ziskason, sang/gittar og Ólavi Enni Elissyni, sang/trummur. Rok hevur spælt nógv til dans og spennir sera víða tónleikaliga og er eisini ein ógvuliga vældámdur bólkur, ið dugir væl at geva teimum dansandi eitt gott upplivilsi.

 

Tað er Róðrarfelagið Knørrur, ið skipar fyri kvøldinum. Felagið, ið seinastu árini hevur lagt lunnar undir fleiri væleydnað dansikvøld, millum annað við Scandinavia og Kikki og Roosarna, vónar, at kvøldið hesa ferð verður eins gott og hugnaligt, sum hini hava verið ? við vælhýrdum dansifólki og góðum og tónum.

 

Forsølan til dansikvøldið er longu byrjað, og atgongumerki fáast á Shellstøðunum kring landið. Væntandi kemur nógv fólk saman, so tey, sum vilja tryggja sær atgongumerki, hava høvið at keypa sær tað í góðari tíð.