Norski oljugrunnurin skovlar pengar inn av kannabis-partabrøvum

Kannabis-feløg hava fyrstu mánaðirnar í 2019 givið givið nógvar pengar. Norskur grunnur hevur tjent stúrtandi

Síðani á nýggjárinum hevur norski oljugrunnurin havt óvanliga stórar inntøkur av medisinskum kannabis.

 

Oljugrunnurin, sum umsitur milliardainntøkur hjá norska statinum av olju og gassi, hevur seinastu árini sett pengar í fimm feløg, sum fáast við medisinskt kannabis.

 

Við ársbyrjan í 2019 vóru íløgurnar umleið 910 milliónir norskar krónur verdar.

 

Síðani er gingið stútt framá.

 

Kursurinir á teimum fimm partabrøvunum er hækkaður so nogv, at virðið er vaksið við 446 milliónum norskum krónum.

 

Tað skrivar Dagens Næringsliv ígjár.

 

Tvær tær størstu íløgurnar hjá oljugrunnium eru Auroar Cannabis og Cinopu Growht Cooperation. Hesi hava í dag eitt virði upp á yvir 400 milliónir norskar krónur.

 

Hini bæði feløgini eru Aphira Inc., Insys Therapeutics ogScotts Miracle Gro.

 

Feløg í kannabis-bransjuni hava havt sera góða byrjan upp á 2019 við kurshækkingum í ávísum førum upp á yvir 50 prosent.

 

Dagens Næringsliv skivaði fyrr í vinkuni, at kannabis-feburin hevur spreitt seg til øll Norðurlond. Hjá netmeklaranum Nordnet hava umleið 15.000 privatpersónar sett pengar í kannabis-partabrøv.

 

Stóri áhugin stendst av, at altsamt fleiri lond vilja loyva nýtslu av kannabis til medisinskt endamál, men eisini eisini sum rúsevni.

 

Í USA  er tað í fleiri statum gjørt lógligt at keypa mariuhana til egna nýtslu. Kanada fór í 2018 eitt stig longur at gera tað lógligt í øllum landinum.

 

Tilsamans hevur norski oljugrunnurin partabrøv í næstan 9200 feløgum kring allan heimin. 2018 var eitt vánaligt ár við negativum avkasti upp á 6,1 prosent.

 

Tað svarar til eitt samlaða virðið upp á 483 milliardir norskar krónur í virði, so at grunnurin við árslok í 2018 var verdur 8.256 milliardir norskar krónur.

 

Ein stórur vøkstur á heimspartabrævamaknaðunum í ár hevur ført til, at virðið er økt við 610 milliardum krónur fyrstu tveir mánaðirnar í ár.

 

/ritzau/