Fall á altjóða virðisbrævamarknaðunum teir seinastu mánaðirnar hevur kostað norska oljugrunninum ella pensjónsgrunninum ovurhonds nógv. Aftenposten skrivar, at síðani á nýggjárinum er virðið hjá grunninum minkað meiri enn 100 milliardir norskar krónur, og við fallinum á marknaðunum í dag fór virðið niður um 3.000 milliardir krónur.
Norski oljugrunurin fekk sínar fyrstu pengar í 1996, og síðani er hann vaksin støðugt. Í desember í 2004 rundaði hann tær fyrstu 1.000 milliardirnar, og í 2008 fór hann upp um 2.000 milliardir. Í oktober í fjør fór grunnurin so upp um 3.000 milliardir, men tí talinum mátti hann sleppa í morgun, skrivar Aftenposten.










