Norski njósnarin Arne Treholt deyður 80 ára gamal

Norski sendimaðurin og politikarin, sum varð dømdur fyri njósning fyri Sovjetsamveldið í 1985, doyði í Moskva.

 

Norski njósnarin Arne Treholt er deyður 80 ára gamal, upplýsir familja hansara fyri Aftenposten.

Norski sendimaðurin og politikarin, sum varð dømdur fyri njósning fyri Sovjetsamveldið og Irak í 1985, doyði í Moskva, har hann rak handilsvirksemi.

Hann varð handtikin á Fornebu flogvøllinum 20. januar í 1984, og varð seinni dømdur 20 ára fongsul og gjørdist mest umrøddi og umstríddi norðmaðurin eftir seinna heimsbardaga.

Arne Treholt varð náðaður 3. juli í 1992 av heilsuávum eftir at hava sitið átta ár og fimm mánaðir av dóminum.

Arne Treholt var partur av vinstraveinginum í Arbeiðaraflokkinum og var tá í leiðandi starvi í norska uttanríkisráðnum.

Arne Treholt helt øll árini uppá, at hann var ósekur í njósning men viðgekk bæði at hava havt loyniligar fundir við KGB, at hava givið teimum loynilig skjøl og at hava tikið ímóti pengum frá KGB og stjórnini hjá Saddam Hussein í Irak.

##med2##

 

/ritzau/

 

 

Arne Treholt var 80 ára gamal, nú hann doyði Mynd: Heiko Junge/AP/Ritzau Scanpix