Norski landsliðsvenjarin: Vit møta tveimum av heimsins størstu talentum

Norski landsliðsvenjarin, Jonas Wille væntar tríggjar spennandi EM-bólkadystir móti Slovenia, Pólandi og Føroyum

Noreg er millum heimsins fremstu hondbóltstjóðir, serliga tá um kvinnuhondbólt ræður, men manslandsliðið hevur staðið seg rættiliga væl seinnu árini.

 

Noreg verður saman við Slovenia og Pólandi mótstøðulið hjá okkum í innleiðandi bólki D, ið verður leiktur í týska høvuðsstaðnum, Berlin.

 

11. januar: FØROYAR - Slovenia

 

13. januar: FØROYAR - Noreg

 

15. januar: FØROYAR - Póland

 

Um at møta Føroyum 13. januar sigur norski landsliðsvenjarin, Jonas Wille við norska TV": - Vit koma at møta Føroyum, ið hevur tvey av heimsins fremstu hondbóltstalentum. Her sipar Jonas Wille til Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún.

 

Jonas Wille hevði vónað at sloppið undan Slovenia úr styrkisbólki 2, og hann heldur, at Póland er eitt lið sum er á veg uppeftir. Tí væntar Jonas Wille nakrar góðar og spennandi uppgerðir í bólki D.