Norski løgregluovastin farin frá

Norski ríkisløgreglustjórin, Øystein Mæland, hevur gjørt av at siga seg úr starvi orsakað av teimum atfinningunum, sum løgreglan hevur fingið í sambandi við yvirgangin tann 22. juli í fjør.

Tað kunnger løgmálaráðharrin, Grete Faremo.

22. juli-nevndin, sum kom við sínari frágreiðing fyrst í hesi vikuni, sigur millum annað í niðurstøðuni, at fleiri av teimum, sum vórðu skotin á Utøya, kundi verið á lívi í dag, um løgreglan hevði borið seg rætt at.