Norski Høgraflokkurin fellur

Í eini meiningakanning, sum norska kringvarpið hevur latið gjørt fyri juni mánað, gongur Høgriflokkurin aftur heili 2,3 prosentstig, men er framvegis størsti flokkur í Norra við 31,4 prosentum.

Tað er Norstat, sum hevur gjørt kanningina fyri NRK, og hon vísir eisini, at teir tríggir stjórnarflokkarnir – Arbeiðaraflokkurin, Sosialistiski Vinstraflokkurin og Miðflokkurin – tilsamans fáa 36,8 prosent av atkvøðunum, sum er ein framgongd upp á 1,2 prosentstig síðani mai.

Arbeiðaraflokkurin er næststørsti flokkurin í Norra við 27,5 prosentum, og triðstørstur er Framburðsflokkurin, sum nú hevði fingið 17,7 prosent av atkvøðunum, sum er ein framgongd upp á 0,5 prosent síðsta mánaðin.