Høgraflokkurin í Niðurlondum, Frælsisflokkurin, misti helmingin av sínari tingmanning á valinum har í gjár, og nú vísir ein kanning, at í Noregi hevði Framburðsflokkurin eisini fingið ein frammaná, um stórtingsval hevði verið í dag.
Kanningin, sum blaðið Verdens Gang kunnger, vísir, at Framburðsflokkurin hevði fingið 10,4 prosent av atkvøðunum, hevði val verið nú, og at hann hevði mist 24 tinglimir. Sambært blaðnum hevur flokkurin ikki havt so lítla undirtøku síðani 1996.
Harafturímóti hevði tann stóri flokkurin á norska høgravonginum, Høgri, fingið eitt sera gott úrslit, hevði stórtingsval verið nú. Flokkurin hevði fingið 33,8 prosent av atkvøðunum, og tað hevði givið honum 30 tingsessir afturat.
Samanumtikið vísir kanningin, at andstøðuflokkarnir høvdu vunnið valið við 95 tinglimum ímóti 73 til stjórnarsamgonguna.