Ein stórur partur av norska herflotanum fekk mánadagin boð um at fara í havn, tí herflotin hevur ov lítið av pengum eftir til raksturin í ár.
Trond Gryting, kommandørur, sigur við Bergens Tidende, at 137 milliónir krónur resta í, til at herflotin kann halda fram við tí vanliga virkseminum tað, sum eftir er av árinum. Tí hevði leiðslan ikki annað í at velja enn at binda skipini. Tað ger, at umleið 1500 menn, sum skuldu gera hertænastu hetta tíðarskeiðið, mugu finna okkurt annað at taka sær til. Bara tey herskipini, sum taka lut í venjingum ella uppgávum hjá NATO, verða verandi úti.
Pengatrotið ávirkar kortini ikki ta vanligu sjóverjuna, og fiskiveiðieftirlitið verður heldur ikki rakt, skrivar Bergens Tidende.










