Norski fiskimálaráðharrin ákærdur fyri lusk

Reiðaríið hjá norska fiskimálaráðharranum, Peter Angelsen, er meldað til løgregluna. Skuldsetingin móti reiðarínum Steinfjordfisk ljóðar uppá, at teir hava koyrt fisk ólógliga í havið

Jógvan Hugo

Gardar úr Oslo


Sambært norska blaðnum Nordlys mikudagin, skal báturin hjá Peter Angelsen hava slept fimm tonsum av fiski útaftur uttan fyri Sørøya í Finnmark. Eftirlitstænastan hjá norska statinum var í økinum, tá hendingin fór fram.

- Hetta er eitt týðuligt dømi uppá brot á reglugerðina fyri, hvat kann koyrast í havið, sigur Jens Petter Hansen við Nordlys. Hann er deildarleiðari í norsku eftirlitistænastuni fyri fiskiøkini.

Hendingin fór fram seinast í august í ár, og tað er løgreglan í Hammerfest, sum arbeiðir við málinum.

Peter Angelsen eigur 45 prosent í reiðarínum Stenfjordfisk, sum eigur bátin Skolmen. Tað var hesin báturin, sum skal hava framt brotsgerðina. Restina av reiðarínum eiga tveir beiggjar hjá Angelsen og hansara egni sonur.

Peter Angelsen sigur, at hann ikki vil gera nakra viðmerking til løgreglumálið, tí hann einki hevur við dagliga raksturin at gera. Peter Angelsen heitti í farnu viku á norskar fiskimenn um at fara betri um tað, sum kemur úr havinum.