Norski búskapurin blómar

Vøksturin í norska búskapinum í fjør var tann størsti síðani 1998, og útlitini eru góð

Ársfrágreiðingin hjá norsku hagstovuni um gongdina í fjør er hugaligur lesnaður. Har sæst millum annað, at bruttotjóðarframleiðslan vaks 2,9 prosent í 2004. Tað var ikki bara oljuvinnuni fyri at takka, tí vøksturin uppi á landi var 3,5 prosent, og vóru tað serliga handil, tænstuveitingar og byggivinnan, sum høvdu stóran vøkstur.

Hagstovan hevur eisini hugt at framtíðarviðurskiftunum á arbeiðsmarknaðinum, og metingin er, at arbeiðsloysið í Noregi fer at minka í ár og næsta ár. Í fjør var tað 4,5 prosent, í ár verður tað 4,1 prosent, og næsta ár væntar hagstovan, at tað fer niður í 3,8 prosent.

Hagstovan sigur í sínari niðurstøðu, at tann stóri framburðurin í búskapinum kemst av teirri lágu rentuni og stórum íløgum í oljuvinnuni.