Norskar gentur snúsa

Í Noregi vísir ein kanning, at talið á ungum gentum, sum brúka tubbak, er ikki broytt stórvegis tey seinastu fýra árini. Hinvegin vísir tað seg, at altsamt fleiri norskar gentur sleppa sigarettunum og fara at snúsa ístaðin fyri, skrivar Aftenposten.

Í veruleikanum er talan um eina sera stóra broyting. Í 2004 vóru tað 2,4 prosent av teimum ungu gentunum, sum snúsaðu, men í dag er tað talið trífaldað og er nú 7,3 prosent. Tølini vísa eisini, at tað eru eisini fleiri ungir dreingir, sum velja snúsið fram um sigarettina. Í 2004 snúsaðu 18,5 prosent av teimum norsku dreingjunum. Í dag eru tað 24,8 prosent, sum fáa sær upp í nevið, skrivar Aftenposten.