Jógvan Hugo Gardar, Oslo: ? Keldur í norsku fiskivinnuumsitingini halda kravið hjá Jákup Sólstein er heilt burturvið, serliga tá orsøkin til kravið byggir á nakrar leysar endar, sum vísa seg ikki at passa.
? Jákup Sólstein kennir væl til, hvussu samráðingarnar millum føroyingar og norðmenn fara fram, og hann eigur eisini at kenna karmarnar, sum fremmand fiskifør noyðast at fylgja í norskum sjógvi. Formaðurin í Reiðarafelagnum má vera skeivt endurgivin ella so hevur hann fingið skeivar upplysningar onkrastaðni, sigur ein kelda í norsku fiskivinnuumsitingini.
? At blanda oljuspurningin uppí hetta málið hoyrir ongastaðni heima.
Serliga ikki tá grundarlagið fyri hesum kravinum byggir á skeivar
upplýsningar.
Í norska uttanríkisráðnum halda tey fast við, at munur ikki verður
gjørdur á fremmandum fiskiførum. Sambært uttanríkisráðnum so kenna tey ikki til nakað dømi, sum kann samanberast við Sverra Ólason, og sum á nakran hátt eigur at fáa norðmenn til at nokta nøkrum týskum ella norskum trolarum atgongd til norskt øki.










