Fyrr í dag skrivaði aðalstjórin hjá norsku sjónvarpsstøðini, TV2, Alf Hildrum undir ein søguligan sáttmála við Medge Consulting, sum eigur rættindini til Premier League fótbólt í Noregi, Finnlandi, Svøríki og Danmark.
Sáttmálin gevur landsdekkandi norsku sjónvarpsrásini rætt til at vísa dystir beinleiðis úr Premier League tey næstu trý árini. Í dag er tað Canal Pluss, sum eigur rættindini at vísa Premier League, men franska rásin missir hesi rættindi, tá hetta kappingarárið er liðugt.
Tað einasta, sum er eftir at fáa uppá pláss, er at fáa Premier League at góðkenna avtaluna. Medge Consulting arbeiðir í løtuni við at selja rættindini til Premier League til Svøríki og Danmark.
TV 2 hevur eisini fingið rættin til at vísa Premier League í HD-góðsku. Talan er um eina rás hjá Premier League, sum vísir dystir í HD-góðski, sum norska TV2 fær atgongd til.










