Norska stjórnin umskipað

Í Noregi hevur Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, umskipað sína stjórn í dag við at lata nakrar ráðharrar hjá Arbeiðaraflokkinum skifta málsøki, samstundis sum tvey nýggj andlit koma í stjórnina.

Broytingin ber millum annað í sær, at Espen Barth Eide, verjumálaráðharri, tekur við sum uttanríkisráðharri fyri Jonas Gahr Støre, sum nú skal røkja heilsumál.

Tvey nýggj andlit koma í stjórnina. Tað eru Anniken Huitfeldt, sum skal røkja arbeiðsmarknaðarmál, og Hadia Tajik, sum er nýggjur mentamálaráðharri. Hadia Tajik, sum er av pakistonskum uppruna, er 29 ára gomul og ein tann yngsti ráðharrin í Noregi nakrantíð.

Politiskir eygleiðarar í Oslo siga, at við umskipanini ger Jens Stoltenberg eina roynd at manna eina stjórn, sum skal tryggja samgonguni sigur á næsta stórtingsvali.