Norska Monica doyði eftir koppseting

Sum heilsustarvsfólk fekk Monica A. Hansen sína fyrru koppseting hin 8. mars, og farna vikuskiftið doyði hon á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo

 

54 ára gamla, Monica A. Hansen, er ein av fýra persónum í Noregi, sum eru deyð eftir koppseting við AstraZeneca. Avleiðingarnar gjørdust blóðtøppar, bløðingar og eitt lágt tal av sonevndum blóðplátum. 

Monica A. Hansen, ið sjálv starvaðist sum heilsustarvsfólk og gav koppsetingar í einum býarparti í Oslo, doyði av blóðtøppi, eftir at hon sjálv varð vorðin koppsett við AstraZeneca koppingarevninum.

Tað var sunnudagin, at tað gjørdist greitt í Noregi, at tvey fólk aftrat, sum høvdu fingið AstraZeneca koppingarevnið, vóru deyð við blóðtøppi - lutfalsliga stutt eftir, at tey vórðu koppsett.

Annað av hesum fólkum var Monica A. Hansen. Sambært vinfólkum hjá henni, sum tv2.no hevur skift orð við, gjørdist hon rættiliga sjúk seinasta hósdag, og tískil ringdi hon til vaktmiðstøðina.

Tá hetta hendi, var hon og vitjaði mammu sína í Sandefjord. Monica A. Hansen varð flutt á sjúkrahúsið í Tønsberg og seinni á Ríkissjúkrahúsið í Oslo, men lív hennara stóð ikki til at bjarga.

Sum heilsustarvsfólk fekk hon sína fyrru koppseting hin 8. mars, og farna vikuskiftið doyði hon í Oslo. Nú kanna heilsumyndugleikarnir, um samband kann vera millum koppsetingina og deyðsfallið.

##med2##