Norska Marte er heimkomin

24 ára gamla Marte Dalelv, sum fjølmiðlar kring allan heim hava skrivað um í síðstuni, tí hon fekk fongsulsdóm eftir at vera neyðtikin í Dubai, er komin heim til Noregs.

Eftir at hon hevði lent á Torp Sandefjord flogvøllinum, hálsfevndi hon fyrst mammuna eina løtu, áðrenn hon fór at práta við umboð fyri fjølmiðlarnar og segði teimum, hvussu gott tað var at koma heim.

Emirurin í Dubai náðaði Marte Dalelv mánadagin. Tá hevði málið vakt ans um stóran part av heiminum.

- Nú skulu vit heim at eta grísakjøt, tað havi eg lovað henni, segði mamman, Evelyn Dalelv.

- Eg havi ferðast í fleiri mánaðir nú, og tað skal vera frálíkt at sleppa til hús, segði Marte.

Biðin um at taka skuldsetingina aftur

Marte Dalelv varð herfyri dømd 16 mánaða fongsulslrevsing fyri kynsligt samband uttan fyri hjúnalag og fyri at hava drukkið alkohol. Hon boðaði í mars frá, at hon var neyðtikin av einum starvsfelaga.

Týsdagin skrivaði enskmælta blaðið í Sameindu Arabisku Emiratunum, The National, at orsøkin til dómin var, at hon tók skuldsetingina um neyðtøku aftur og segði seg hava givið falska fráboðan.

- Fyrrverandi arbeiðsgevarin, Al Mana, ráddi mær til at taka skuldsetingina aftur. Stjórin segði, at á tann hátt er lættari at fáa nakran dømdan fyri neyðtøku her, segði hon við Aftenposten um málið.

- Hetta er størsta mistakið, eg havi gjørt. Tað var býtt gjørt av mær, men tað var altso hetta, mær varð rátt til.

Í rættinum helt Marte Dalelv seinni fast við neyðtøkuna. Maðurin, hon skuldsetti fyri gerðina, varð eisini dømdur í málinum. Men hann er síðan náðaður eins og hon.

(Mynd: Scanpix)