Tvey 2 ára gomul børn vórðu bitin av eini mús, meðan tey lógu í barnavogninum og svóvu í norskum barnagarði.
Hendingin fór fram týsdagin í barnagarðinum, sum liggur inni í skóginum. Um dagin sova fleiri børn úti í vognum sínum.
Hetta gongur vanliga uttan trupulleikar, men henda dagin fingu tey óbodnar gestir, tá ein mús fór upp í vognin, ið varð ætlaður tvíburum.
- Brádliga skar eina barnið út í grát, og vit sóu tá eitt lítið sár á fingrinum. So løgdu starvsfólkini merki til eina mús, sum sat á høvdinum á hinum barninum, sigur barnagarðsleiðarin, Stine Nyengen við nrk.no.
- Vit hava aldrin áður upplivað slíkt.
Sum skilst hava børnini ikki fingið nakað mein av hendingini, men vórðu beinanvegin sett í viðgerð við antibiotika.
Vanliga verða børnini løgd at sova við neti á kalessjuni. Tað varð ikki gjørt henda minnisríka týsdagin, tí tey lógu so nær við starvsfólkini.
- Men hereftir verður net altíð sett á kalessjuna.









