Norska løgreglan kann ikki lova fulla trygd

Løgreglan í Oslo fer at gera alt fyri at gera høvuðsstaðin tryggan, men hon kann ikki veita trygd fyri nøkrum.

Norska løgreglan hevur økt tilbúgvingina munandi, eftir at fregnartænastan hevur fingið eina hóttan um yvirgang ein av teimum fyrstu døgunum. Men løgreglan ger vart við, at hóast ta øktu tilbúgvingina ber tað ikki til at veita fólki fulla trygd.

 

-Løgreglan kann ikki veita trygd fyri, at fólk eru trygg, men vit fara at gera alt fyri, at høvuðsstaðurin skal vera tryggur, sigur leiðarin hjá løgregluni í Oslo, Johan Frederiksen, við fjølmiðlarnar. Hann sigur, at løgreglan hevur sett fleiri tiltøk í verk.

Sambært norsku fregnartænastuni eru tað víðgongdir islamistar, sum hava tikið lut í bardøgunum í Sýrialandi, sum nú hava hótt við yvirgangi í Noregi. Fregnartænastan vil ikki siga nakað um innihaldið í hóttanini.