Myndina eigur norska bjargingartænastan

Norska løgreglan: Eingin verður ákærdur

Nú avhoyringarnar eru lidnar, og løgreglan hevur hugt málið ígjøgnum enn einaferð, sigur norska løgreglan, at málið um bátsvanlukkuna verður lagt til síðis.

 

Myndina eigur norska bjargingartænastan

Eftir at avhoyringarnar av teimum fimm, sum sluppu við lívinum eftir bátsvanlukkuna við føroyska seksæringinum, Naddoddi, eru lidnar, sigur norska løgreglan, at málið verður lagt til síðis.

 

Manningin í Naddoddi talsi seks, tá tey loystu í Føroyum.

 

Í vanlukkuni, tá báturin týskvøldið koppaði út fyri Stad í Noregi, læt ein ung kvinna lív. Hini fimm vórðu øll bjargað og hava sambært norsku løgregluni eingi likamlig mein.

 

Nú avhoyringarnar av manningini eru lidnar, og løgreglan hevur hugt málið ígjøgnum einaferð aftrat, sigur løgreglan í Noregi, at málið um skipsbrotið verður lagt til síðis.

 

Soleiðis skrivar norska Dagbladet beint nú

 

"... torsdag melder politiet, at saken henlegges...." sum merkir, at løgreglan ikki ger meira við málið, og her verður eingin ákæra í samband við hendingina.

 

Málið um Naddodd hevur fram til í dag verið eitt kanningarmál, sum merkir, at løgreglan hevur savnað inn upplýsingar fyri at kunna meta um, hvørt tey halda, at nakað revsivert er farið fram.

 

- Niðurstøðan hjá løgregluni er nú, at hetta er ein syrgilig vanlukka, og at einki revsivert er farið fram, veit Dagbladet at siga tíðliga seinnapartin í dag.

 

 

 

Myndina eigur norska bjargingartænastan