Norska løgreglan er sannførd um, at hon hevur handtikið teir røttu menninar í sambandi við morðið á ta 16 ára gomlu Sigrid Giskegjerde Schjetne. Teir báðir menninir, sum sita í varðhaldi, eru 37 og 64 ára gamlir, og løgreglan sigur, at tann yngri framdi drápið, og at tann eldri er samsekur.
Tann eldri maðurin var til avhoyringar fyrradagin og í gjár, og hann skal aftur til avhoyringar um vikuskiftið.
-Hann hevur givið okkum ymsar upplýsingar, sum varpa nýtt ljós á kanningarnar, sigur Hanne Kristine Rohde, løgregluovasti, við Aftenposten. Hon leggur afturat, at enn er ikki staðfest við vissu, hvussu tann 16 ára gamla gentan doyði.
Sigrid Giskegjerde Schjetne hvarv um náttina tann 5. august. Ein mánað seinni varð líkið funnið aftan fyri eina benzinstøð uttan fyri Oslo. Stutt eftir vórðu teir báðir menninir tiknir.








