Enniberg stevndi við fullari ferð mánadagin seinnapartin mánadagin á Havnina. Teir komu úr norska partinum av Barentshavinum og fiskiskapurin hevur verið góður.
Fiskiskapurin í norska partinun av Barentshavinum hevur verið framúr góður seinastu tíðina og Enniberg og Vesturvón hava longu fiska kvotuna upp. Eftir á leiðini er Sundaberg, sum hevur tvífalda kvotu, tí Skálaberg er í Grønlandi. Eisini er Akraberg á leiðini.
Enniberg stevndi inn á Havnina mánadagin. Teir steðgaðu stutt og eru nú á veg niður til Grimsby at selja. Teir hava góð 500 tons inni. Enniberg fer, tá hann er liðugur í Bretlandi á kongafiskaveiðu í Irmingarhavinum. Seinni verður tað kanska pláss fyri einum stuttum svartkalvatúri á Flemmish Cap, áðren tíðin er komin at fara eystur í Barentshavið.
Vesturvón lá við Bjarnoynna í gjár. Teir fara vantandi at sigla heim í dag og hava 540 tons inni. Vesturvón fer væntandi ein svartkalvatúr vestureftir, men bíðað verður eftir at toskurin tekur seg upp eystanfyri Gráu leiðuna í russiskum sjógvi.
Toskafiskiskapurin í russiska partinum av Barentshavinum tekur seg vanliga ikki upp fyrr enn í juni ella juli. Tá toskurin er komin í russiskan sjógv eiga føroysku trolarnir kvotu til restina av árinum.
Føroyingar lúra eftir eini svartkalvakvotu á Flemmis Cap, sum verður latin í mai.
Skálaberg er leigaður til Grønlands. Næsta túrin fer hann í Barentshavi at fiska av grønlendskari kvotu.










