Alt bendir á, at eitt filmsbrot úr Marokko, sum vísir eina kvinnu verða hálshøgda, er ektað, upplýsir norska kriminalpolitiið, Kripos, í tíðindaskrivi.
Kripos skrivar, at filmsbrotið eftir øllum at døma vísir morðini av eini danskari og eini norskari kvinnu. Norska kriminalpolitiið leggur dent á, at tey enn arbeiða við tøkniligum kanningum og metingum av filmsbrotinum.
– Vit halda kortini grundarlag vera fyri at siga, at tað higartil ikki er nakað ítøkiligt, sum bendir á, at filmsbrotið ikki er ektað, skrivar Kripos.
Danska kvinnan, Louisa Vesterager Jespersen, og norka vinkona hennara, Maren Ueland, vórðu mánadagin funnar dripnar í Marokko.
Kripos upplýsir í tíðindaskrivinum, at tey samstarva tætt við donsku løgregluna í kanningum av málinum.
Danska fregnartænastan (PET) er enn ikki komið við nakrari fráboðan í sambandi við filmsbrotið, sum hevur verið at sæð ymsastaðni á internetinum.
Fýra menn eru higartil handtiknir í drápsmálinum.
Kriopos hevur fingið váttan frá myndugleikunum í Marokko um, at teir handtiknu eru teir somu, sum eru at síggja á einum øðrum filmsbroti við fýra monnum, sum svørja trúskap til hernaðarliga bólkin Islamskan Stat.
Filmsbrotið við teimum fýra monnunum skal vera upptikið í síðstu viku – áðrenn morðini.
Høvrki Danmark ella Noreg verða eftir øllum at døma nevnd í filmsbrotinum. Menninir siga heldur ikki nakað ítøkiligt um, hvat teir fara at gera.
/ritzau/










