Norska kirkjan sigur nei til at víga samkynd

Við 51 atkvøðum fyri og 64 ímóti hevur ein kirkjufundur í Kristiansand felt eitt uppskot um, at kirkjan skuldi fyrireika eina liturgi at brúka til vigslu av samkyndum

Ingeborg Midtrømme, sum er biskupur í Møre, er ikki ovfarin av úrslitinum. Hon sigur við norska kringvarpið, at hon er fegin um, at munurin gjørdist so greiður.

 

-Tað er gott, at vir fingu ein greiðan meiriluta. Hendan avgerðin merkir, at kirkjan heldur fast um sína uppfatan av hjúnarlagnum, sum í kirkjuligum høpi er millum ein mann og eina kvinnu, sigur Møre-bskupurin við NRK.

 

Hon dugir væl at skilja, at samtyktin er ørkymlandi fyri tey samkyndu, sum fegin vilja verða vígd innan kirkjugátt. Sjálv kennir hon nøkur teirra.

 

-Samkynd kunnu kenna seg sett uttanfyri, men eg kenni eisini samkynd, sum ikki hava ætlanir um at giftast, og sum eru fegin um, at staturin hevur hjúnarbandsskipanir, sum øll hava atgongd til, sigur Ingeborg Midtrømme, biskupur.

 

Seinni í dag skal kirkjufundurin í Kristiansand taka støðu til, um norska kirkjan skal gera eina forbønarliturgi fyri samkynd, sum eru borgarliga vígd, og sum fegin vilja verða vælsignað í kirkjuni.