Norska kirkjan í Keypmannahavn stuðlar KÍ og Molde

Umframt hesar báðar starvskvinnurnar á myndini, so var prestur har og ein ung genta, sum vandi vakran og rørandi sálm á orgul inni í kirkjusalinum, fortelur Edmund S. Jacobsen her.

 

 

Føroyski útisetin í Keypmannahavn, Edmund S. Jacobsen, fortelur soleiðis nakrar tímar áðrenn stóra brakið á Tórsvølli í kvøld:

 

– Fyrst koyrdi eg til norsku ambasaduna á Eysturbrúgv fyri at lána eitt norskt flagg til dystin í kvøld í øllum trafikkinum og vindinum og upp á 4. sal til eitt elektriskt samtaluanlegg at tosa í, og tað føldist ikki rætt. Tað undraði meg, at ein dani arbeiddi har og onki flagg var.

 

– Síðani allan vegin heim aftur gjøgnum býðin á norsku kirkjuna á Amager við situatiónsfornemmilsi, sjarmu-offense og Skarv plakatum og at vísa teimum tvey stór føroysk fløgg, sum Føroyahúsið eigur.

 

– Eg búgvi tætt við norsku kirkjuna, har sera vakurt er inni og tey vóru sera fitt og gestablíð og vístu sítt hjarta, kanska tí eg var føroyingur og dugdi at tosa. Tey hava ongantíð sæð meg fyri, men eg segði við tey: "Norge er vores nordatlantiske saltvandsnaboer, og der er krig i aften om foballen mellem KÍ frá Klaksví og Molde og det er uden våben".

 

– Tey lurtaðu, vit meglaðu og tey søgdu, at vanliga lándu tey ikki fløgg út, men eg fekk 2 norsk fløgg við mær at lána til báðar dystirnar millum KÍ og Molde. Returdysturin er um eina viku í Molde. Tey eru í miðalstødd.

 

– Umframt hesar báðar starvskvinnurnar á myndini, so var prestur har og ein ung genta, sum vandi vakran og rørandi sálm á orgul inni í kirkjusalinum.

 

– Vit onnur prátaðu og flentu væl í kaféini, tó at alt var nokk so knappligt at koma soleiðis uttan avtalu, men eg vildi tað soleiðis. Eg havi áður stormað fleiri ambasadur við sjarmuoffense og lánt fløgg og kort fyri at síggja dystir, tá Martin Fjallstein, way back, sat sum leiðari í Føroyahúsinum, og Føroyar vóru við fyri at læra úti í stóru verð.

 

– Hesar norsku kvinnurnar søgdu mær, at Føroyar heilt sikkurt er eitt teirra framtíðar-ferðamál at uppliva. Framman undan havi eg lánt tvey føroysk fløgg frá Sissal Kampmann úr Føroyahúsinum í Keypmannahavn undan dystinum í Gøteborg.

 

Skarv vísir dystin kl. 20:45 og dyrnar lata upp kl. 19:00 danska tíð við durasnapsi.

 

– Nógv eru spent - eins og stilhed før storm og alt kann henda í kvøld. Vónandi gera vit øll onkran mun, eins og mongu KÍ fjepparnir fyri at motivera røsku KÍ-spælarnir áðrenn dystin og ein serligan KÍ venjara.

 

– Eg fortaldi fyri teimum, at tríggir á KÍ liðnum hava leikt við Molde og at norska pressan hevur stóran áhuga í dystinum. Eisini tey í Noreg og øll í Danmark og onnur lond, kunna heppa á lille put Færøerne og klaksvíkingarnar í kvøld. Eg hevði ein plan í morgun uttan at ána nakað, tó eg havi hugsað hettar í fleiri dagar. Nú riggaði tað. PR fyri Skarv fyllur nógv hesar dagarnar, tá ið KÍ klárar seg so væl, sigur Edmund S. Jacobsen.