Norska Franciska horvin í fjøllunum í Kashmir

Í eina viku hava bjargingarlið leitað eftir teirri 26 ára gomlu Francisku Rogne í fjøllunum í Kashmir, men til fánýtis

Í gjár leitaðu bjargingarmenn við servandum hundum, men heldur ikki teir kundu finna ta 26 ára gomlu kvinnuna.

 

Franciska Rogne fór eina skíferð niðan í fjøllini í Gulmarg í Kashmir seinasta týsdag, men hon kom ikki omanaftur. Síðani hava bjargingarlið leitað eftir henni, men higartil utan úrslit. Í gjár søgdu indisku myndugleikarnir, at teir hava smáar vónir um at finna kvinnuna aftur á lívi.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at leitað verður eftir Francisku Rogne. Í fjør tók eitt skalvalop hana og tvey vinfólk hennara, og ikki fyrr enn seks dagar seinni vórðu tey funnin aftur.